TeenStreet Føroyar á Facebook
Dagvitjandi

Um tú ert í nánd meðan TeenStreet legan er, ber til hjá tær at vitja okkum.

 

Nær?daily_schedule_ts
Frá hósdegnum 29. juli til týsdag 3. august 2010

Dagsgestir kunnu vitja TeenStreet øki millum 9.00 og 22.00.

Legg til merkis: Tað er ikki møguligt at gista á TeenStreet. Allir dagsgestir MUGU fara kl. 22.00.


Hvar?
TeenStreet 2010 verður hildið í Oldenburg í norður Týsklandi (Nær við Bremen):
Weser-Ems-Halle
Europe # 12
26123 Oldenburg

Hvussu geri eg?

 Fyri at sleppa inn, skal landsleiðarin góðtaka hetta fyrst. Tí er umráðandi at tit senda ein mail til ein av føroysku landsleiðarunum (sí her) og boða frá hvør kemur og nær tit koma. Síðani fáa tit eitt skjal sendandi sum tit skulu útfylla og hava við tá tit koma.

Leiðandi regligerð
TeenStreet er ein hendingarrík vika, ið førur saman ung menniskju frá ymiskum mentaðum og
trúðarsamfeløgum úr øllum heiminum. Vit hava ment eina leiðandi reglugerð, ið vit kalla Community
Lifestile Statement (CLS)
, fyri at tryggja javnvág og tryggleika ígjøgnum alla vikuna. Hendan leiðandi
samfelagsliga lívsstíls reglugerðin vendir sær eisini til tey, ið vitja í ein dag. Serliga vilja vit leggja dent
á, at tað er strangliga bannað at roykja og drekka á økjinum. Tá tú kemur skalt tú lesa og skriva undir at tú vilt fylgja CLS reglunum.

Hvussu nógv kostar tað?
Ein dagur á TeenStreet kostar 25 Euros (pluss 10 Euros í depositum fyri badge, ið tygum fáa aftur, tá
ið farið verður av økinum) Morgunmatur og døgverði er við í prísinum, eins og luttøka til TeenStreet
høvuðshendingarnar, tó eru smáau bólkarnir undantiknir. Dagsgestir, ið koma eftir kl. 16.00 gjalda 10
Euros (og 10 Euros í depositum fyri badge).

Serligar møtitíðir fyri dagsgestir:
Kl. 11.15 hvønn dag verður kunningar fundir fyri dagsgestir. Afturat eini rundvísing av økinum,
fer hesin fundur at kunna um TeenStreet og OM, og harvið geva gestunum møguleika at spyrja
spurningar.

Bagde/Skelt:
Av trygdarávum mugu dagsgestir bera teirra badge soleiðis, at tað er sjónligt alla tíðina.

Kekk listi – minnst til at hava við
- innskrivingar gjald í kontantum
- euro 10 í depositum fyri badgið
- identifikation ( ID kort, Pass ella koyrikort)

 

Far til samband >>