| Evrur ella Visa? |
| Mánadag, 26. juli 2010 13:31 |
|
Vit kunnu fyrst av øllum siga, at beint uttanfyri TeenStreet økið er ein sjálvtøka, har tað ber til at taka evrur út. Tí er kanska ikki neyðugt at hava nógvan pening uppi á sær allatíðina, meðan TeenStreet er, um ein hevur kort. Sigast skal tó, at tað kostar 30 danskar krónur fyri hvørja ferð, út verður tikið. Sjálvtøkan tekur bæði Visa og Visa Electron.
Vit minna annars á, at markið, ið er sett fyri lummapening er 2.000 danskar krónur. Fyri at síggja ein lista yvir, hvat tú skalt hava við á TeenStreet, trýst so her. |