|
Nú eru tríggir út av fýra bussum komnir. Vit fingu eitt lítið prát við trý ung sum endiliga vóru komin vegin fram til TeenStreet.
Heidi, 14 ár, og Sunniva, 13 ár, høvdu akkurát fingið registrera seg og fingið síni armbond, koppar, andaktshefti o.s.v. tá eg fekk orði á tær. Eg spurdi tær um ferðina og tær vóru samdar um at hon var sera stuttligt, "har vóru nógv glað fólk við, so tað bleiv ordiliga stuttligt."
Men eitt sindur strævið hildu tær tað eisini vera, at ferðast so leingi. Heidi hevur verið á TeenStreet fyrr og í fjør var busstúrurin ógvuliga langur - so hon var glað fyri at túrurin hesaferð var so mikið nógv styttri. Tær vóru mega spentar uppá at TeenStreet skuldi byrja. "Eg gleði meg til møtini og til frítíðina", sigur Heidi. "Ja, og at fylgjast við fólkið," leggur Sunniva afturat. Í morgin er "frídagur" inntil náttura, so tá ætla tær sær í býin at shoppa.
Eg møtti eisini Nigro, 20 ár, og spurdi hann hvussu ferðin hevði verið, og eins og Heidi og Sunniva so helt hann at ferðin hevði verið stuttligt, hóast hon eisini hevði verið strævin og long. Nigro hevur ikki verið á TeenStreet fyrr, men hann hevði hoyrt nógv gott um TeenStreet frá systur síni og vinum sínum og helt at í ár skuldi hann fara á TeenStreet. Nigro er við sum hjálparfólk og skal royna seg sum vaktarfólk - "So sleppur man at spæla sindur harður" sigur hann og flennur.
|