TeenStreet Føroyar á Facebook
Øll komin upp á pláss
Hósdag, 29. juli 2010 10:01

Seint í gjárskvøldið vóru allir føroyingarnir komnir upp á pláss. Luftmadrassurnar vóru blástar upp og fólk gjørdu seg til reiðar at vera á TeenStreet komandi vikuna.

 

Í dag er einki fastlagt á skránni uttan at tey ungu kunnu fara at hyggja seg runt á stóra TeenStreet økinum ella fara at shoppa í býnum. Í kvøld kl. 20.00 (lok. tíð) byrjar fyrsta møtið, sum er innleiðingin til Sálm 23, sum er evnið á TeenStreet í ár.