| TeenStreet 2010 byrjað |
| Hósdag, 29. juli 2010 20:55 |
|
Eitt tað fyrsta sum varð sagt á møtinum varð, at næstan 1% av øllum Føroyum vóru umboðaðar á TeenStreet í ár, og tey vóru skjót at samanbera tað við um 1% av týskarum vóru komnir - so høvdu tað verið 800.000 týskarar á TeenStreet.
Møtið í kvøld var ein inngangur til evnið, sum í ár er Sálmur 23, ella ps. XXIII sum tað verður tikið til her. Har varð fyrst tosað um at talið 23. Tað eru nøkur sum halda at tað er okkurt mystiskt við talinum 23 - at alt kann forklárast út frá talinum 23. Tey siga at ein persónur missir í miðal 23 hár av høvdinum um dagin, gentir fáa sítt hjarta knúst 23 ferð í lívinum, at stórar stjørnur sum Michael Jordan, David Becham hava borið nr. 23. og manga annað. Og sum um at tað ikki er nokk so eru tað 23 natiónir umboðaðar á TeenStreet í ár.
Eitt drama var síðani víst, har vit vóru mint á at líka mikið hvat vit hava at dragast við, so kunnu vit leggja tað við krossins fót og vera fræls til at vera vit. Josh og Debbs leiddi okkum síðani ígjøgnum søguna um hvussu Dávid var útvaldur og salvaður - ein "vanligur" drongur, sum fólk ikki sóu og roknaðu fyri nógv, men Gud hugdi eftir hjartanum og valdi hann til kong. Øll fingu eitt papír við einari reglu úr Sálmi 23 sum tey kunnu hava við sær alla vikuna.
Aftaná løtuna í møtisalinum høvdu tey ungu frí og møguleiki var fyri hugna, fáa sær "grillmat", at tekna seg til ymiskar workshops og mangt annað. |