Nú TeenStreet nærkast endanum fekk eg orði á landsbólkaleiðaran Anitu Tausen. Sum flestu vita eru tað Anita Tausen, Oddmar Tausen og Ruth Gaardlykke sum eru føroyskir landsbólkaleiðarar á TeenStreet. Í ár hevur Ruth havt eina aðra rollu á TeenStreet - nemliga at vera við í leiðsluni í Ráðgevingartoyminum, meðan Anita og Oddmar hava arbeitt sum landsbólkaleiðarir.
Í fríløtuni í dag spákaðu vit okkum ein túr og funnu tríggjar føroyingar í ferð við at eta candyfloss. Ingibjørg er 14 ár og úr Tórshavn, Óli av Vatnsoyrum er 16 ár og Sam úr Klaksvík er 15. Ingibjørg og Óli hava verið á TeenStreet einaferð fyrr og Sam var og vitjaði ein dag á TeenStreet fyri tveimum árum síðani.
Vit spurdu hvussu teimum dámdi TeenStreet higartil og øll vóru samd um at tað var super gott.
Aftaná Intro-møtið leitaði eg mær ein túr inn í matarhøllina har grillbarin "FunFood" serverar chips, hamburgarar og tílíkt og sum vænta fann eg skjótt nakrar føroyingar har.
Ingvar, Kamilla og Una eru øll 17 ár og á TeenStreet fyri aðru ferð. Teimum dámdu super væl higartil - hóast økið ikki er líka náttururíkt sum í fjør. "Gud talar ofta ígjøgnum náttúruna og tí er tað keðiligt at úti-økið er so lítið í ár," sigur Ingvar, "men húsið er betri í ár enn í fjør."
Í kvøld var so intro-møti og tað vóru ymiskar meiningar um hvussu hetta hevði eydnast. Una helt at intro-møti var betri í fjør, "men man skal nokk bara venja seg við tað" sigur hon, meðan Ingvar leggur afturat, at um vit vilja, so gera vit hetta TeenStreet til tað besta TeenStreet. "Eitt sum er kul er at taka sær tíð til bøn, bara at steðga upp og biðja - einsamallur ella saman við onkrum. Tað er uppbyggjandi og man kann vera ein fyrimynd og inspirera onnur til at brúka tíð í bøn"
Nú eru tríggir út av fýra bussum komnir. Vit fingu eitt lítið prát við trý ung sum endiliga vóru komin vegin fram til TeenStreet.
Heidi, 14 ár, og Sunniva, 13 ár, høvdu akkurát fingið registrera seg og fingið síni armbond, koppar, andaktshefti o.s.v. tá eg fekk orði á tær. Eg spurdi tær um ferðina og tær vóru samdar um at hon var sera stuttligt, "har vóru nógv glað fólk við, so tað bleiv ordiliga stuttligt."