TeenStreet Føroyar á Facebook
TeenStreet 2010 reunion
Týsdag, 24. august 2010 22:18

TeenStreet 2010 reunion fyri føroyingar verður í Ebenezer í Tórshavn leygardagin tann 11. septembur 2010. Tó møta leiðarar 10. septembur.

 

Leguluttakarar

Reunion er nakað sum øll plaga at vera sera spent upp á, har ein møtur sínum TeenStreet-vinum aftur í einum hugnaligum degi við undirvísing, sangi, mati og einum feitum ungdómsmøti. Allir tannáringar sum luttóku á TeenStreet 2010 sum leguluttakari møta kl. 10.00 leygardagin tann 11. septembur í Ebenezer, har vit fara at njóta morgunmat saman.

Les meir...
 
Video: John og Marne
Mikudag, 04. august 2010 16:55
 
Heimasíðutoymi takkar fyri seg
Týsdag, 03. august 2010 20:50

2010-webteam

Vit á heimasíðutoyminum ynskja at takka fyri okkum hetta árið og ynskja at takka øllum tykkum, sum hava fylgt við á heimasíðuni. Hetta er fyrsta árið at so nógvir føroyingar hava leita sær inn á heimasíðuna og lisið tíðindi, hugt eftir myndum, video og mangt annað.

 

Vit fylgja við ferðini heimaftur hjá ferðaliðunum, og skriva á heimasíðuna um onkur broyting verður í ferðingini.

 

Heilsan

Pól Andrias Larsen (Heimasíða og fotografur)

Guðri Larsen (Heimasíða, samrøður og fotografur)

Stig Elttør (Heimasíða, samrøður og fotografur)

Pauli Djurholm (Fotografur)

 

við Harrans signing

Heimasíðutoymið 2010

 
Anita rundar av
Týsdag, 03. august 2010 20:48

anitaoddmarNú TeenStreet nærkast endanum fekk eg orði á landsbólkaleiðaran Anitu Tausen. Sum flestu vita eru tað Anita Tausen, Oddmar Tausen og Ruth Gaardlykke sum eru føroyskir landsbólkaleiðarar á TeenStreet. Í ár hevur Ruth havt eina aðra rollu á TeenStreet - nemliga at vera við í leiðsluni í Ráðgevingartoyminum, meðan Anita og Oddmar hava arbeitt sum landsbólkaleiðarir.

Les meir...
 
Ogna tær liðmyndinar
Týsdag, 03. august 2010 20:07

lidmynd2010

Nú kanst tú ogna tær liðmyndina í góðari góðsku til bakgrund á telduni ella til at printa. Hetta er ein góður møgulleiki hjá liðunum at fáa teirra liðmynd.

 

Vís liðmyndirnar >

 
Anita, Landsbólkaleiðari
Týsdag, 03. august 2010 19:44

anitaoddmarNú TeenStreet nærkast endanum fekk eg orði á landsbólkaleiðaran Anitu Tausen. Sum flestu vita eru tað Anita Tausen, Oddmar Tausen og Ruth Gaardlykke sum eru føroyskir landsbólkaleiðarar á TeenStreet. Í ár hevur Ruth havt eina aðra rollu á TeenStreet - nemliga at vera við í leiðsluni í Ráðgevingartoyminum, meðan Anita og Oddmar hava arbeitt sum landsbólkaleiðarir.

Les meir...
 
Ferðin heim
Týsdag, 03. august 2010 19:31

Sum áður nevnt fara allir føroyinganir avstað við bussi kl. 01.00 í nátt. Væntandi verða bussanir í Billund kl. 8.00 og í Keypmannahavn kl. 10.00. Nærri verður at frætta í morgin um tíðinar møguliga verða annarleiðis.

 

Eisini koma tlf. nr. hjá ferðaleiðarunum á heimasíðuna soleiðis at tit, sum skulu avheinta børn tykkara í Billund ella Keypmannahavn kunnu frætta frá teimum nær tey vænta at koma.

Vit heita á tykkum sum hava børn, ið ikki skulu flúgva til Føroyar men skulu av í Billund ella Keypmannahavn um at avheinta børnini ella gera onkra avtalu við tey, so vit ikki sleppa teimum uttan at tey vita hvat tey skulu.

 

Ferðalið 1 úr Keypmannahavn fer úr Kastrup 4. august kl. 12.40 og eru í Føroyum kl. 14.00

Ferðalið 2 úr Keypmannahavn fer úr Kastrup 4. august kl. 15.05 og eru í Føroyum kl. 16.35

Ferðaliðið í Billund fer 4. august kl. 13.20 og eru í Føroyum kl. 14.25

 

Vit ynskja teimum øllum eina góða ferð :)

 
Farvæl - heilsan frá Josh & Debs
Týsdag, 03. august 2010 12:48

Tað er ein fantastisk ferð, sum vit sleppa at uppliva saman við Gudi!
Tað hevur verið ein stórur heiður at vera her, at vera partur av Guds verki. At síggja hvussu Gud virkar í okkum og ígjøgnum okkum øll. Nú vit fara avstað aftur, hava vit lyfti Guds um at Hann gongur undan okkum, og við okkum, og at Jesus heldur á at tosa við okkum og vegleiða okkum. Vit fara í kraft Heilaga Andans at vitna har heima, í skúlum, ítrottarfeløgum, býum og londun.

Les meir...
 
ByrjanAftur 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10Fram Endi

Page 1 av 26